Dysturin hósdagin móti Fraserburgh endaði við, at okkara dreingir vunnu 2-0. Í 35min. legði Magnus Egilson okkum á odda 1-0, og 3 min. inn í seinna hálvleik økti Brandur Suðuroy um leiðsluna. Okkara spældu ein góðan dyst, og vóru við yvirlutan allan dystin. Sigurin kundi sagtans verið størri, men vit manglaðu neyvleikan í avgerandi løtunum.
Í dag (23.juli) verður seinasti dysturin hjá U17 leiktur. Mótstøðuliðið er Cornhill BC. Hetta er 5 dysturin í kappingini í Aberdeen og 8 dysturin á túrinum.
Liðið: Jákup Højgaard, Ragnar Tausen, Eirikur Magnussarson, Allan Hansen, Bárður Guttesen, Magnus Egilson (Jákup S. Olsen), Marcus Clementsen, Hørður Askham, Andrias H. Eriksen (Rói av Fløtum), Ári Danielsen (Rasmus Dan Sørensen) og Brandur Suðuroy (Jóhan á Plógv).